Stremban eftir ríkidømi

„Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata sál sína afturfyri! Ella hvat kann menniskja geva aftur fyri sál sína! “
Matt. 16,26

 

Fyri nøkrum árum síðani (uml. 1900) doyði ein maður yviri í Amerika. Hann læt eftir seg stórt ríkidømi, 48 milliónir dollarar (uml. 178 mill. kr.) Hann var vanliga kendur undir navninum “Maðurin, sum ongantíð svevur”, og søga hansara rúmar eina sera álvarsliga læru fyri okkara friðleysu ætt í hennara tuskan eftir – ja, eftir hvørjum?

 

Hesin millióningurin var í vissum førum eitt fyridømi fyri allar ungar menn, tá ið tað ræður um ídni, sparsemi o.s.fr. Fyri nøkrum og fjøruti árum síðani fekk hann starv sum yngsti drongur á skrivstovuni í einum handli. Eftir vanliga arbeiðstíð arbeiddi hann fyri egnu rokning. Hann arbeiddi 20 tímar av samdøgrinum, brúkti ongantíð eitt oyra at stuttleika sær fyri og svav 4 tímar hvørja nátt í klæðum í einum hvíldarstóli.

 

Tá ið 16 ár vóru farin, hevði hann savnað sær stórt ríkidømi. Eftir einum ári vaks ognin til tað dupulta, tí hann var heppin, tá ið hann gjørdi sínar íløgur. Hann átti nú so nógv, at hann kundi gifta seg og liva, sum hann helt “uttan sorgir” restina av lívinum. Men alt hetta yvirarbeiðið 20 tímar um samdøgrið í 16 ár hevði oyðilagt hansara nervalag, og tá ið hann nú skuldi fara at njóta sítt ríkidømi, gjørdist tað skjótt greitt, at hann kundi ikki.

 

Tøl og útrokningar blivu við at mala í heilanum á honum, og tað var ógjørligt at fáa nakran svøvn. Læknarnir ráddu honum til at fáa sær okkurt likamligt strevið arbeiði. Tað gjørdi hann eisini. Hann fekk starv á jarnbreytarstøðini í Wisconsin. Her stríddist hann sum ein trælur frá morgni til myrkurs; men eftir dagsins trev og stríð fekk hann kortini ikki blund í eyguni.

 

So fekk hann tey ráðini at møða heilan við longum jarnbreytarferðum. Hann bygdi sær eitt luksustok, sum hevði tríggjar salongvognar, og teir vóru spentir fyri skjótasta lokomotivið. Við hesum tokinum ferðaðist hann alla tíðina, nátt og dag. Hann ferðaðist gjøgnum alt Amerika úr New York til San Francisco, úr Chicago til New Orleans, streyk avstað, píndur og ólukkuligur, ígjøgnum ein heilan heimspart eftir tí svøvni, sum stríðið fyri milliónirnar hevði stolið frá honum. Allir pengarnir vóru virðisleysir fyri hann, um hann ikki fekk sovið.

 

Í fyrstani ferðaðust konan og børnini saman við honum; men hetta lívið orkaðu tey ikki longur enn í eina viku, og tí fóru tey aftur til frítíðarbústaðin, sum millióningurin átti úti á bygd í Florida, og frá teirri løtu gekk long tíð ímillum, hvørja ferð hann sá tey.

 

Í heili 14 ár fór hann sum eitt fok avstað í sínum einsliga toki, so var hann her og so har, og at enda eydnaðist tað honum at sova 3-4 tímar um vikuna. Fyritøkur sínar stýrdi hann við dugnaskapi yvir telegrafin, og ríkidømi hansara vaks støðugt, meðan hann sum ein heimleysur reikaði um, stað úr staði. Hann kundi havt fingið eitt nokk so órímiligt ynski um vællevnað uppfylt; men tað var eitt, sum hansara vaksandi milliónir ikki kundu útvega honum: at sova í ein tíma hvørja nátt. Umsíðir funnu tey hann sitandi deyðan í stóli sínum, meðan tokið súsaði avstað við einari ferð, sum svarar til 16 danskar míl í tíman. Svøvnurin var at enda komin, deyðans svøvnur.

“Tí hvat gagnar tð manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni?” Matt. 16,26.

“Budskab fra Naadens Rige” Effie Campbell umsetti