Stúrið ikki!

Skrivað: Ester A. Danielsen

Í Matteus 6:25-28 lesa vit um, at vit ikki skula stúra. Hetta eru góð ørindi, ið tó kunna vera torfør at fylgja. Tí sum menniskju stúra vit nógv. Vit stúra um alt, ið kann tykjast ótrygt. Vit stúra fyri pengum – Megna vit at betala lánið til húsini? Fari eg nakrantíð at fáa ein maka? Fari eg at klára at syrgja fyri mínari familju? Fari eg at finna eitt arbeiði, ið eg tími? Hetta eru tankar, ið lættliga tyngja okkum, men Gud sigur: “stúrið ikki!”

Hann sigur við okkum, at vit hava onki at stúra fyri. Vit noyðast ikki at stúra fyri mati, drekka ella klæðum. Lívið er so nógv meira enn tað, og um vit leggja tað framfyri Gud, so skal hann nokk hjálpa og syrgja fyri okkum.
Í hesum versunum sigur Gud, at hóast fuglarnir hvørki sáa ella heysta, so ansar Gud eftir teimum, so at teir hava nokk. Hví skal Gud so ikki hjálpa okkum, tá vit eru í neyð? Vit eru so mikið meir verdir enn teir.

Í Filippibrævinum 4,6-8 stendur: “Verið iki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk. Og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.”

Eitt fantastiskt lyfti, ið Gud gevur okkum. Hvørjum skula vit stúra fyri? Vit skula einans leggja alt fram fyri Gud, og tá skal hansara friður varðveita okkara hjørtu.

Vit kunna ikki stýra øllum, men vit kunna leggja alt fram fyri Gud og hava ein frið við, at alt skal loysa seg. Hann gevur okkum frið, og hann gevur okkum alt tað, ið vit hava brúk fyri.