Stynja vit eftir himmalska borgaraskapinum?
“Tess vegna stynja vit eisini, við tað at okkum leingist eftir at yvirklæðast við húsi okkara frá himni” (2. Kor 5,2)
Øll kenna vit til at leingjast eftir einum ella øðrum. Tað at leingjast, at síggja fram ímóti er ein menniskjaligur partur av lívinum.
Orðið tosar her um at stynja, tí at vit leingjast. Hvat er hetta fyri ein longsul, sum førir stynjan við sær?
Jú, orðið tosar her um longsulin eftir tí Himmalska tað, sum er okkum í væntu, í trúnni á Jesus Krist.
Hví skal ein stynjan verða knýtt at tí at leingjast eftir tí Himmalska?
Tí at vit vita, at hesin heimur er lagdur undir fáfongdina. Hesin heimur skal forganga, og tí verður tað fyri okkum, sum trúgva á Jesus Kristus, ein stynjan og longsul eftir at hetta forgongiliga skal verða umskift við tað óforgongiliga, tað fullkomna, tað Himmalska.
Korrintbrævið sigur ”Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika” (1. Kor 15,53)
Filippibrævið sigur ”tí at borgarskapur okkara er á himnum” (Fil 3,20)
Men hvussu er í lívi okkara, sum trúgva á Jesus Kristus, hava vit henda longsulin, hesa stynjanina eftir at fáa lut í okkara himmalska borgaraskapi?