Sum dómur Sálomons

„Tá vaknaði móðurkærleikin hjá henni, sum átti tað livandi barnið; og hon mælti: »Hoyr meg, harri mín; men gev henni tað livandi barnið og drep tað tó ikki.« Men hin mælti: »Hvørgin okkara eigur at fáa tað! Høgg tað sundur!« Tá tók kongur til orða og mælti: »Gevið henni barnið, ið livir, og drepið tað tó ikki; tí at hon er móðir tess!«„
1. Kong. 3,26–27.

Fyri árum síðani kundi tú í amerikanskum bløðum lesa um eina sjáldsama hending, sum var farin fram í Buenos Aires í Argentina, og hana vil eg endurgeva her:

Har búði ein ógvuliga ríkur handilsmaður, sum átti eina ta bestu skóbúðina í býnum; men maðurin var deyðasjúkur.

Hann lá í songini og hevði ikki bara sína ringu sjúku at hugsa um. Hann gramdi seg nógv um báðar synir sínar. Teir arbeiddu báðir í skóbúðini. Av einari ella aðrari orsøk vóru teir blivnir óvinir, og teir kundu ikki torga hvør annan.

Nú skuldi tú hildið, at deyðasjúkan hjá pápanum fekk dreingirnar at semjast; men tað var so verri enn so. Tvørturímóti versnaði støðan teirra millum. Teir orkaðu ikki at hugsa um, at teir tey komandi árini skuldu halda á at arbeiða saman. Teir høvdu tí gjørt av, at tá ið pápin doyði, skuldu teir fara hvør til sín. Meðan pápin lá á deyðastrá, hugsaði og hugsaði hann um, hvat ið gerast kundi at fáa dreingirnar at semjast.

Bíblian sigur, at um onkrum fattast vísdóm, tá skal hann biðja Gud, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur (Ják. 1,5). Vit hava altso fría atgongd til náðitrónuna at biðja um vísdóm. Sigur Gud so við okkum: „Nei, nú biður tú um ov nógv!“ Nei, tað stendur, at hann gevur okkum gjarna, tað vil siga við gleði og uttan átalur, sum merkir, at hann hevur ikki at okkum.

Brádliga visti pápin, hvat ið hann ætlaði sær at gera, og hansara hugskot, tykir mær, var líka gott, sum vísdómur Sálomons á sinni, tá ið hann fann útav, hvør ið var rætta mamman hjá pinkubarninum.

Pápin læt skriva eitt arvabræv. Í arvabrævinum stóð skrivað, at báðir dreingirnir skuldu arva tey tvey hundrað túsund pørini av skóm, sum vóru í skóbúðini, soleiðis, at annar skuldi arva tann høgra og hin tann vinstra skógvin av hvørjum skópari.

Hetta kom heilt óvart á synirnar, men tað fekk ta ætlaðu ávirkan á teir. Teir samdust, og alt klandrið helt uppat. Hvørja ferð teir seldu einar skógvar, var vinningurin hin sami hjá báðum.

Øll bløðini í Buenos Aires skrivaðu um hesa hending, og tað fekk fólk at streyma til skóbúðina, so sølan og harvið vinningurin vaks stórliga. Minst nú til, tú kanst biðja Gud um vísdóm.
Effie Campbell.