Summarið er í nánd
”Lærið líknilsið av fikutræinum” (Matt 24,32a).
Hvørja árstíð dámar tær best? Vit hava nokk ikki øll somu hugsan, men man summarið ikki vera yndisárstíðin hjá nógvum? Tann myrki, kaldi og ofta óunniligi veturin kann vera drúgvur at koma ígjøgnum. Longsulin eftir ljósari døgum við lýkku og gróðuri bylgist í okkum. Brátt er várið har, dagarnir leingjast. Vit kenna, hvussu sólarstrálurnar alsamt gerast heitari.
Eg minnist eitt várið, eg koyrdi nógv ímillum Skálafjørðin og Havnina. Eg var upptikin av at eygleiða, hvussu líðirnar grønkaðust og tær fyrstu blómurnar foldaðu seg út. Eg gleddi meg til, at skjótt var tað summar.
Eins og tað spírandi fikutræið í Ísrael og tær grønkandi líðirnar hjá okkum siga frá, at summarið er í nánd, soleiðis skulu ymisk tekin, sum skriftin umtalar, eisini boða frá, at Jesus afturkoma er á gáttini.
Skriftin ávarar okkum um ikki at verða so upptikin av endatíðini, at vit missa Jesus úr eygsjón. Tað merkir ikki, at vit skulu vera líkasæl um tey tekin, vit síggja í tíðini. Einaferð sigur Jesus við fólkið, at ”gott nokk duga tit at skyna á veðri og tí, sum hevur við tað jarðiska at gera, men hvussu ber tað til, at tit eru blind fyri tí, sum hendir í tíðini?”
Kenna vit okkum aftur í hesum? Eru vit ikki sera upptikin av, hvussu framtíðarvánirnar síggja út? Vit royna at leggja ætlanir fyri, hvussu vit skulu møta teimum avbjóðingum, sum møta okkum. Bæði í nærmastu framtíð og longri frammi. Bæði persónliga og sum samfelag. Tað gera vit rætt í. Vit eiga at taka ábyrd fyri hvør øðrum og skapanarverkinum annars. Men Jesus vil uppaftur meir hava okkum at geva okkum far um tey tekin, skriftin gevur okkum um hansara afturkomu.
Tí summarið er í nánd!