Summarið nærkast, og hvat so?

Skrivað: Heri Danielsen

Summarið nærkast, og hvat so? Vit koma nú inn í summarið, og henda árstíð verður nýtt til at hugna sær og slappa av. Enntá ungdómsmøtini kring landið taka sær ein summarsteðg. Men um alt steðgar upp, og tú nú ikki følir teg noyddan at fara á møti, hvussu ávirkast títt trúarlív so?

Festivalar og uttanlandsferðir kunna koma við øllum møguligum freistingum. Um vit ikki hava tað gott í okkara andliga lívi, so kunna hesar freistingar vera sera avbjóðandi. Men sum Sálmur 23 sigur í vers 1 og 2: Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg.

Her lesa vit hvørja hvíld vit hava tørv á, nevnliga ta hvíld, vit fáa frá Harranum. Hann er hirði okkara. Vit hava hug til at taka ein steðg frá øllum, tá summarið kemur, men vit vera noydd at minnast til ikki at taka hvíld vekk frá Harranum. Men heldur hvíla hjá honum. Tí hann skal nokk vera har, tá ið freistingarnar koma, men vit muga vera áhaldandi í bønini og bíbliulesnaði, so at vit verða varðveitt í honum.

Summarið er ein tíð við gleði, men vit muga ikki gloyma ta størstu gleðina, nevnliga gleðiboðskapin. Og tá vit hava fallið í synd, sum vit jú øll gera, so skula vit minnast á frelsaran, sum doyði bert fyri okkara syndir. Tí at sjálvt um vár summargleði skal finnast, so má Harrin minnast.

Hav eitt vælsignað summar!

Heri Danielsen, Toftir