Svongd er ein sterk drívmegi
Tíbetur eru tað óivað ikki mong av okkum, sum kenna til veruliga svongd ella tosta. Vit kunnu gerast so svong og tyst, at vit verða púra ør í høvdinum, maktarsleys og byrja at merkja, síggja og gera ting, sum vit vanliga ikki gera. Okkara sansir verða skerpaðir ta fyrstu tíðina, og alt okkara fokus verður at finna okkurt at eta og drekka. Hetta er jú okkara heilt grundleggjandi tørvur.
Í eini slíkari støðu eru vit alt annað enn líkasæl. Vit eru desperat eftir at fáa okkara tørv nøktaðan! Svongdin eftir okkara næstu máltíð kann gerast ein øgilig drívmegi. Um ikki, so kunnu vit jú doyggja.
Okkara sál og andliga lív hevur eisini ein grundleggjandi tørv á føði. Andligari føði!
Í Jóhannes evangeliinum, sætta kapitli, lesa vit um, einaferð tá eini 5.000-10.000 fólk vóru komin saman at lurta eftir Jesusi. Aftaná at hann hevði givið teimum nógva andliga føði, visti hann, at nú var tíð til at taka sær av tí likamligu føðini. Fólk vóru blivin svong. Har var eingin handil nærhendis, og fólk høvdu heldur ikki tikið mat við, so hvussu skuldu tey fáa mat?
Ein smádrongur við einum lítlum matpakka var ímillum fólkini. Jesus slapp at vælsigna tann lítla matpakkan, og øll fólkini gjørdust mett og væl sett. Tað leyp enntá nógv av.
Tann likamliga føðin og andliga føðin ganga hond í hond!
Jesus sigur: ”Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta” (Jóh 6,35).
Hjá Jesusi finna vit ta andligu føðina. Føðina, sum ber okkum ígjøgnum truplar tíðir í lívinum, ta føðina, sum gevur okkum megi og dirvi at peika øðrum menniskjum á Jesus, og føðina, sum ber okkum allan vegin heim í himmalin.