Synd tín kann ikki bæði hvíla á tínum og hansara herðum
“Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið; men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum” (Jes 53,5-6).
Tá ið eitt menniskja er í neyð av synd, er ringt at trúgva. Tá merkir ein Guds heilaga eygnabrá. Eg kann einki svara: Mín muður er lukkaður, og eg bíði eftir Guds dómi.
Tá kemur Gud í sínum orði og sigur, at hann læt fylgjuna av øllum mínum syndum raka Jesus. Tað eri eg, sum syndaði, men Jesus bar syndina.
Gud kennir mítt innasta. Hann veit, at tað er ringt fyri mítt forpínda hjarta at trúgva, at akkurát mín synd er útstrikað. Tú kanst gott trúgva, at tað geldur øll onnur, men ikki teg sjálvan.
Tí sigur Gud, at tað var alla okkara synd, hann læt koma á Jesus. Tú skal vita, at tín synd ikki bæði kann hvíla á tínum og hansara herðum.
Gud fullgjørdi sjálvur hetta frelsuverk. Tað einasta, tú og eg kundu bjóðað fram, var synd. Men Gud tók tað, sum eg og tú kundu geva, og so ofraði hann sín son í títt og mítt stað.
Tað er, sum ein merkir tyngdina av allari syndini í orðinum: “Men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum.”
Kann tú undrast yvir, at Bíblian sigur, at Jesus varð særdur og sundurbrotin tína og mína vegna?
Frelsuprísin fata vit ongantíð. Men Guds orð letur okkum skilja hansara óendaliga kærleika. ”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).