Syndanna fyrigeving

Skrivað: Bjarki Johannessen

“Hvør gud er sum tú, ið tekur burtur misbrot og fyrigevur leivdunum av ognarfólki tínum teirra syndir, sum ikki heldur ævinliga fast við sína vreiði, men vil fegin vera miskunnsamur? Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp” (Mika 7, 18-19).

Hvat er munurin á kristindómi og øllum øðrum átrúnaðum í heiminum? Fyrst og fremst er munurin, at Gud møtir okkum júst soleiðis, sum vit eru – skitin og tvitin av synd. Loyvi okkara at koma fram fyri Guds trónu er tíbetur ikki tengt at okkum og okkara gerðum. Gud gongur okkum á møti og velur okkum, meðan vit enn eru syndarar: “Men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar” (Róm 5,8). Gud elskaði okkum og valdi okkum gjøgnum son sín, Jesus Kristus, uttan at vit á nakran hátt høvdu uppiborið tað.

Vit menniskju kunnu mangan halda okkum aftur við at koma fram fyri Gud vegna okkara skomm. Tað er ikki lætt at koma fram fyri Gud og játta sína synd, júst eftir at skeiva gerðin varð gjørd. Vit kenna á okkum, at ein ávísur skilnaður er komin millum okkum og Gud, og at vit fyrst mugu angra okkara gerð yvir longri tíð.

Tað hevur tó ongan týdning fyri Gud, nær vit hava syndað. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu nógv menniskju í heiminum syndaðu móti Gudi júst í tí stund, at Jesus gav upp andan á Golgata, og kortini fullgjørdi hann frelsuverkið.

Svenski gudfrøðingurin C.O. Rosenius skrivaði soleiðis (í danskari týðing): “Gid vi dog turde tro på, at alle synder i hele verden – også dem, der lige nu plager os – er fuldstændig udraderet på grund af Kristi død. De er skyllet bort og sænket i havets dyb!”