Tá hetjur falla
Dávid, sum hevði eitt einastandandi gott umdømi, er eitt gott dømi um eina hetju, sum fall. Hann fór frá at vera seyðadrongur til at drepa Goliat og síðani at blíva kongur. Tað sá út til, at alt gekst honum væl. Men so var hann brádliga fyri einum stórum falli, meðan hann var heima og slappaði av.
Dávid kongur gjørdi alt, sum hann kundi fyri at fáa Batsebu til konu. Áðrenn hann varnaðist, var hann sekur í hori, drápi og valdsmisnýtslu. Misgerðir hansara settu hann í sera ringt ljós. Men so kom Nátan profetur til hansara og við síni skaldsligu snildum og bersøgni, fekk hann sannført Dávid um synd hansara. Bart út segði Nátan: “Tú ert maðurin…!” og helt áfram: Hví hevur tú vanvirt orð Harrans… dripið Uria og tikið konu hanasara? (2 Sám 12, 7-9 við broyttum orðalag).
Fall Dávids var avdúkað av Harranum og Nátani. Hvussu kundi hann koma sær aftur á føtur? Jú, hann viðurkendi sína synd og tók avleiðingarnar.
Eisini í okkara tíð falla hetjur. Nýliga bleiv ein heimskendur trúarverji avdúkaður fyri sín kynsliga ólevnað. Tað er tí umráðandi, at vit viðurkenna syndina og kenna vegin til Guds náði eins og Dávid, sum eymliga bað um fyrigeving: “Náða meg, Gud, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar! Tváa meg allan reinan frá míni søk, frá míni synd meg reinsa!” (Sl 51,3-5).