Tá ið Gud fyrigevur, gloymir hann
Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1 Jóh 1,9)
Eitt av tí størsta í trúnni á Kristus, er boðskapurin um fyrigeving.
Í øðrum átrúnaðum skalt tú ofta prógva títt virði fyri Gudi. Tú skalt vísa á, at tú ert so og so góð/- ur, at tú hevur stríðst fyri at skikka tær væl, so at gudurin kann hava tokka í tær. Ella at tú lovar, at tú vilt gera alt, sum stendur í tínum valdi, so at Gud ella tann hægra maktin kann løna tínum stríði á ein tílíkan hátt, at Gud góðtekur teg.
Fleiri halda og liva eisini sum um, at hetta er vegurin fram í Guds ríki. Men tað er tað ikki.
Um hetta hevði verið uppskriftin í kristnu trúnni, so hevði eingin verið frelstur. Gud sær alt við øðrum brillum, enn vit gera. Hann krevur 100 prosent fullkomileika. Hann góðtekur ikki eina einasta synd. Tí er eingin av okkum, sum kann vísa á, at hann ella hon av egnum ídni ella dugnaskapi hevur vunnið sær pláss í himlinum.
Vegurin til himmals er ein heilt annar. Vegurin eitur fyrigeving.
Vit játta fyri Jesusi, at vit hava syndað og gjørt móti Guds vilja. Samstundis seta vit okkara álit á, at hann reinsar og fyrigevur okkum frá øllum okkara syndum. Vit ognast Jesu rættvísi, og tá ið vit hava fingið hana, standa vit rættvís fyri Gudi. Vit standa sum um vit ongantíð hava syndað.
1. Jóhannesarbræv 1,9 er eitt vers, sum eg fyri langari tíð síðani strikaði undir í Bíbliuni. Tað er eisini eitt vers, sum eg ofta havi vent aftur til.
Tað so gott at vita, at tá ið Gud fyrigevur, so gloymir hann syndina. Jesus hevur goldið fyri mína og tína synd – hon er burtur, og vit standa rein fyri Gudi.
Vit kunnu minnast okkara egnu og kanska syndirnar hjá øðrum eisini. Men Gud hevur tann eginleikan, at hann minnist ikki ta synd, sum er fyrigivin. Hann sær okkum í Jesusi, og tá eru vit rein.
Tað at fáa syndirnar fyrigivnar broytir eina menniskju. Tað skapar gleði og vón.
Takk Jesus, at tú fegin vilt fyrigeva!