Tá tú kennir teg á botni

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“… frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda” (Tit 3,5).

Vit menniskju eru skapað ymiskt. Nøkur eru, sum av og á kenna seg á botni í samfelagnum og hava strævið við at hóma nakað ljós á leiðini. Ein heidningatrúboðari, sum helt alt vera miseydnað, varð so mótfallin, at hansara einasta bøn, hann fekk fram yvir varrarnar, var: “Harri, hoyr tær bønir, vinir mínir har heima biðja fyri mær!”

Í slíkum løtum er gott at minnast sín dóp. Tú kanst gera sum gomlu grundtvigsfólkini: biðja trúarjáttanina. Vit eru so eydnusæl, at vit búgva í einum fólki, har foreldrini  í túsund ár hava borið síni børn til Jesus. Tá ið hann, sum sagt verður um, tók tey í sín favn og vælsignaði tey. Tað var ikki tí, at børnini eru so yndislig, fitt og blíð. Fyrsta, ið hendi, tá ið vit vórðu borin til dópin, var, at krossins merki varð rist fyri pannu og bringu. Harvið varð sagt: tú hoyrir uppí eina drápsmannaætt; men eina ætt, sum Gud hevur miskunnað, og sum Gud er deyður fyri.

Tað er gátuført, at nakar er góður við meg. Tað havi eg ilt við at trúgva. Eisini havi eg ilt við at trúgva, at Gud brýggjar seg um ein slíkan sum meg. Hetta veit hann, og tí hevur hann ikki bara givið okkum sítt orð, men eisini útvortis tekin, dópin og altarborðið. Hesi útvortis tekin kunna vit krøkja okkum í, tá ið okkum tykir, at grundvøllurin skríður undan.

Takk, Jesus, fyri dópin mín,
tá tú tókst meg í favn,
til faðir gavst mær faðir tín,
mær gavst gudsbarna navn.
(SB 360,1)