Tá vit liva nær at Gudi

Skrivað: Poula Reinert Olsen

“Sælur er tann maður, ið troystar á Harran, og hvørs álit Harrin er; hann verður líkur træi, sum er gróðursett við vatn, og sum toyggir røtur sínar út í løkir og ikki óttast, um hitin kemur, hvørs leyv altíð er grønt, sum ongan vanda hevur í turrum árum og ongantíð lættir av at bera ávøkst” (Jer 17,7-8)

Hetta er ein fantastisk mynd av, hvat vit eiga í Kristi og, hvat hann megnar at gera við okkum, um vit byggja okkara lív á hann. At sjálvt um vit møta truplum umstøðum, so lívgar hann okkum.
Sum dømi kann nevnast Joni E. Tada. Ein kvinna, ið størstan partin av sínum lívi hevur sitið lamin í koyristóli vegna vanlukku á ungum árum. Hon vísur á tað undrið, sum Gud kann gera í henni hvønn dag. At hann ígjøgnum alt hevur myndað hana til at vera eitt amboð, har hon hevur verið til signing fyri so nógv kring allan heimin. Gud hevur hóast hennara avmarkingar framt sín vilja ígjøgnum hana. Ja, er hetta møguliga eitt størri undur, enn um Gud skuldi lekt hana?
Hetta hevur tó ikki altíð verið lætt. Men av tí, at hon hevur valt at planta sítt træ, sítt lív, nær at Gudi, so hevur hann borið ávøkstur ígjøgnum hana, hóast fortreytirnar ikki kendust at vera við henni.
Mátti Gud hjálpt okkum at vera sum træið, ið toyggir sínar røtur út í løkin, so vit kunnu liva í hansara vilja og signing. Máttu vit sæð, at Gud er stórur. Og sum eg hoyrdi á einum møti fyri árum síðan – ”No small dreams”, tá vit hava við Gud at gera.