Tá vit minst vænta tað!

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Lærusveinarnir vóru júst lidnir at savna saman tær seinastu leivdinar av mati upp í kurvar. Leivdirnar frá tí, sum má sigast at vera eitt tað størsta matundrið í heimssøguni. Jesus hevði vælsignað tveir fiskar og fimm breyð soleiðis, at tað var nóg mikið til at metta 5.000 menn umframt familjur teirra. Tað leyp enntá nógv av. Lærusveinarnir høvdu nú hentað tær seinastu matrestirnar upp í tólv fullar tægur .

Høvdu vit verið ein partur av einum slíkum undri, høvdu vit óivað ‘jublað’ og hugsað, at hetta var fantastiskt. Ja, so fantastiskt, at nú høvdu vit brúk fyri at lena okkum afturá og slappa av í eina tíð – hetta skal njótast. Men tað var ikki tað, sum Jesus gjørdi, og hann gav heldur ikki lærusveinunum loyvi til tað (Mark 6,30-56). Vit lesa, at hann læt mannfjøldina fara frá sær og noyddi lærusveinarnar at fara í bátin undan honum yvirum vatnið til Betsajdu. Stemningurin kókaði rundan um hann aftaná eitt slíkt stórt undur. Fólkið vildi fara avstað við honum og gera hann til kong. Men Jesus vildi ikki lata seg ríva við; hann fór avsíðis uppá eitt fjall at biðja!

Jesus visti, at Sátan hevur rættiliga stóra ávirkan á mannasinnið, og hann gongur runt sum ein ýlandi leyva og roynir at misbrúka hvørja løtu. Líka so fantastiskt og uppbyggjandi, sum tað var fyri lærusveinarnar og Jesus at uppliva hetta undrið, líka so skjótt og effektivt kundi Sátan forstýra og oyðileggja tað heila. Tí fór Jesus beinleiðis í bøn eftir hetta stóra undrið.

Har skuldi einki órógv vera, eingir hástórir tankar ella sjálvrós – einki skuldi taka fokusið frá Gudi og tí ætlan, sum hann hevði við Jesusi her á jørð.

Tá vit kenna okkum sterk, kunnu vit lættliga hvíla okkum frá tí aftur og knappliga gerast sera veik, veik í einari freisting, veik í einum keðiligum tanka ella óhepnum atburði, tá vit minst vænta tað!

Sátan er ógvuliga snildur og kann ofta misbrúka og órógva okkara allarbestu og reinastu tankar, ynski og gerðir, bæði hjá okkum sum einstaklingar og hjá okkum sum meinigheit.

Men Gud er størri og sterkari! Tí…Verið tí Gudi undirgivnir! Men standið ímót djevlinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. (Ják 4,7).

Standið honum ímóti, treystir í trúnni… (1 Pæt 5,9).

 Hans Kristian Justesen, Herlev