Tað er eitt friðskjól sum heldur!
Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! (Jóh 14,27)
Tað kann vera trupult at uppliva henda friðin, sum Jesus her tosar um – serliga í eini tíð, nú heimurin av álvara ridlar.
Men tað er júst tí, at Jesus sigur “mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur”. Jesus ynskir ikki, at vit skulu blanda friðin, sum heimurin kann geva við friðin, sum Jesus gevur.
Friðurin, sum heimurin gevur, er avmarkaður, og áðrenn vit vita av, so bankar deyðin uppá, og friðurin er úti. Men friðurin, sum Jesus gevur, er ikki avmarkaður og knýttur at umstøðunum í hesum heimi. Men heldur útsprettur hann frá tí æviga friðskjólinum á Golgata; tá Jesus tók alla synd á seg og doyði á krossinum, so vit, við trúgv á hann, kunnu verða frelst til eitt ævigt lív – og harvið, fáa lut í tí æviga friðinum.
Við hesum kann Jesus siga: Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! Eg veit ikki, hvar tú, ið lesur hesa andakt, hevur títt friðskjól. Men áðrenn tú veitst av, so er henda tíðin farin, og vit skulu herfrá. Tá er tað bert eitt friðskjól ið heldur, og tað er trúgvin á Jesus. Guð vælsigni teg til at finna tær skjól hjá honum, áðrenn ov seint er.