Tað er fullgjørt
”Tað er fullgjørt” (Jóh 19,30).
Tað er fullgjørt, var eitt av Jesu krossorðum á Golgata. Gud hevði eina ætlan við Jesusi og komu hansara í heimin. Gud vildi ikki, at vit skuldu fara til grundar. Hann vildi ikki, at vit skuldi doyggja um ævir. Gud tonkti frelsutanka við okkum, og tað gjørdi hann, tí at hann elskar okkum so nógv. Á krossinum langafríggjadag varð Guds kærleiki til heimin opinberaður. So lágt setti Guds sonur lívið at bjarga mannaættini undan synd, deyða og glatan.
Einaferð stóð ein smágenta og hugdi upp á mammu sína og segði: – Mamma hví hava tygum so misháttar hendur? Mamman vendi sær vinaliga móti barni sínum og svaraði: – Eitt kvøldið, tá tú vart pinkalítil, sat tú við hetta borðið og spældi, og tað vildi so illa til, at tú komst undir lampuna; hon datt niður á gólvið og brotnaði. Eldur kom í kjólan hjá tær; men eg fekk sløkt hann við hondum mínum og bjargað tær. Tí eru hendur mínar so vorðnar, barn mítt. Tá var smágentan skjót yvir til mammu sína, tók í hendur hennara og kysti tær upp í saman. Meðan iðranartár runnu eftir kjálkunum, segði hon: – Á, góða mamma, eingin hevur so vakrar hendur sum tygum!
Tess vegna var synd heimsins so stór, at einans Jesus kundi gera hann sáttan við Gud; við sínum deyða frelsti hann okkum. Hann er deyður tína og mína vegna.
”Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum uppá træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva rættvísini, við sár hansara eru tit grøddir. Tí at tit vóru vilstir sum seyðir, men nú hava tit vent við til hirðan og tilsjónarmannin fyri sálum tykkara” (1 Pæt 2,24–25).