Aftur til forsíðu

Tað er gloymt

Tað er gloymt

Skrivað: Kári Henriksen

”Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend vid til mín, tí at eg eri loysnari tín” (Jes 44,22).

Eg átti ein abba, sum var mær ein stór fyrimynd á nógvum økjum. Um okkurt var gingið illa í hond, og vit vóru komnir til hús aftur, plagdi hann at siga, “so snakka vit ikki meir um hatta har”. Havi ofta havt hug at smílst eftir hesum seinni, men soleiðis gjørdi ein góður abbi; tað bleiv ikki grivið fram aftur ella flent eftir, tað var gloymt.

Í andaliga lívinum hava vit eisini tankar og gerðir, sum vit ikki skuldu havt gjørt. Hatta kann plága okkum í langa tíð; sjálvt tá vit hava biðið um fyrigeving blívur tað við at koma fram aftur. Men sum vit lesa í versinum, so er tað útstrikað, og tá tað fyrst er útstrikað, so kann tað ikki takast fram aftur. Vit kunnu hvíla í tí, at Jesus frelsuverk á krossinum reinsar allar okkara syndir.

A+