Tað er løgið
„Tí at ikki gav Gud okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.“
2. Tim. 1,7
Anne, dóttir Billy og Ruth Graham skrivar:
Tað er løgið, hvussu lætt tað er hjá fólki at blaka Gud burtur, og so undrast á, hví verðin gongur til Helviti.
Tað er løgið, at vit trúgva øllum, sum stendur í bløðunum, men seta spurnartekn við alt, sum stendur í Bíbliuni.
Tað er løgið, at øll vilja til Himmals, men samstundis halda tey fast við, at tað er ikki neyðugt hjá teimum at trúgva tí, sum stendur í Bíbliuni.
Tað er løgið, at summi fólk kunnu siga: „Eg trúgvi upp á Gud!“ men í lívi sínum fylgja tey Satani, sum annars eisini „trýr“ upp á Gud.
Tað er løgið, hvussu skjót vit eru at døma, men vit vilja ikki sjálv dømast.
Tað er løgið, at vit kunnu senda í túsundatali av stuttligum teldupostum, og teir breiða seg sum eldur í turrum hoyggi. Men fáa vit ein teldupost, sum er um Gud, hugsa vit okkum um, áðrenn vit deila hann við onnur.
Tað er løgið, at tey ófólkaligu og fúlu fáa loyvi at ferðast frítt á netinum; men tað almenna orðaskiftið um Gud verður hildið niðri á skúlum og arbeiðsplássum.
Tað er løgið, at tað eru so mong kristin, sum veruliga brenna fyri Jesus sunnudagar, men eru heilt ósjónlig restina av vikuni.
Tað er løgið, at fólk ikki vilja deila ein teldupost sum henda á sínum vinalista, av tí at tey ikki eru vís í, hvat ið hini fara at hugsa um tey, tá ið tey fáa ein slíkan teldupost.
Tað er løgið, at eg skal stúra meira fyri, hvat ið fólk halda um meg, enn hvat ið Gud heldur um meg.
2. Tim. 1,7: „Tí at ikki gav Gud okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.“
Effie Campbell umsetti