Tað er tørvur á okkum øllum

Skrivað: Oluffa Andreasen

“Tí soleiðis hevur Harrin boðið okkum: Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar” (Áps 13,47).

Tað er ein kirkja í Onglandi, sum ongar ljósakrúnur hevði. Nógv fólk, sum vitjaðu kirkjuna, undraðust yvir, at arkitekturin hevur latið vera við nøkrum so týdningarmiklum sum ljós uppiundir loftinum. Men hann hevði eitt endamál við tí. Allar tær ymisku familjurnar, sum komu í kirkju hvønn sunnudag høvdu sín egna stól, sína egnu lampu og sína egnu bók. Tá so familjan kom í kirkju, bleiv teirra lampa tendrað, vóru tey ikki í kirkju, so var stólurin myrkur.

Hvønn mun ger ein einkultur stólur sum er myrkur? Ikki so nógv halda vit. Men um tað eru nógvir stólar, har lampan ikki eru tendrað? Ja, so hevði tað eina ávirkan á alla kirkjuna, tað sigur seg sjálvt. Um øll eru tilstaðar í teirra stóli, so skínur kirkjan av ljósi, um ikki so er hon myrk.

Hetta er ein ordiliga vøkur mynd av Jesu Kristi likami! Um onkur av okkum ikki brúkar tær náðigávur, sum Gud hevur givið okkum, so vil tað vera myrkt; men tá vit brúka náðigávuna, sum vit hava fingið, so vil alt likamið lýsa sum ein sól. So nær eru vit knýtt til hvønn annan, tí ynskti Harrin, at vit skulu vera eitt ljós, so vit skuldu lýsa fyri øðrum.

“Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við” (1. Kor 12,26).