Tað nyttar!
”soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til. ”
Jes.55,11
Ofta kann tað síggja vónleyst út at boða Guds orð. Tað verður talað í kirkjuni og á møtum. Einki tykist at spyrjast burturúr. Tað tykist at gera tað sama.
Men lesa vit til dømis Jes.55.10-11, so sigur Gud her, at Orðið, ið fer av hansara munni, ikki vendir aftur við ongum. At so er, tað ivast vit heldur ikki í. Tí vitna vit frímóðig um okkara harra og frelsara, vit vita, at tá vit standa í pakt við hann, eru tað ikki okkara orð, ið ljóða, men tað eru hansara orð, sum ljóða ígjøgnum okkum, og tey bera hetta lyftið við sær, at tey ikki venda aftur við ongum.
Í London er ella rættari var ein avbera stórur bygningur, ið bleiv nevndur ”krystalborgin”. Hon bleiv nýtt til ymiskar framsýningar, konsertir og veitslur. Fyri umleið 50 árum síðani varð ein kendur prestur í London biðin um at prædika í hesi stóru høll. At byrja við bar hann seg undan, tí hann helt, at mál hansara rakk ikki til hetta stóra rúmið. So ein dagin fór hann við einum vini inn í høllina. Frá røðarapallinum í øðrum endanum á bygninginum rópaði hann, alt tað, hann orkaði: ”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur.” Presturin helt, at hann kom at hoyrast, sjálvt um hann tosaði spakuligari.
Tá hann fór niður av røðarapallinum, tók hann uppaftur hesi somu orð. Hann helt eina samkomu við túsund fólkum.
Nú gingu 25 ár; so ein dagin bleiv bróðir prestin, ið eisini var trúgvandi maður, biðin um at koma til ein arbeiðsmann, ið lá at doyggja. ”Vinur mín, ert tú til reiðar at doyggja?” spurdi hann. ”O jú, Harrin veri lovaður!” svaraði hesin doyggjandi maðurin, og so segði hann frá, hvussu tað hevði gingist til: ”Mítt arbeiði er blýtekjari. Ein dagin fyri mongum árum síðani sat eg uppi undir kuplinum á krystalborgini og arbeiddi. Heilt einsamallur sat eg har uppi og hugsaði bert um arbeiði mítt. Alt lív mítt tá, snúi seg um arbeiði, eta, drekka, stuttleika mær og sova. Frelsara mín legði eg einki í, og eg helt ikki, at hann legði nakað í meg. Tá hoyrdi eg knappliga eina torurødd rópa: ”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Jesus Kristus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur.” Eg stúrsaði við. So hoyrdi eg aftur orðið, sama orðið, men nú heilt spakuliga. Torurøddin og hitt stilla ljóðið gingu mær til hjartað.
Hvaðan tað kom, var eg ikki í iva um. Tað kom frá tí livandi Gudi. Orðið ”syndari” kundi eg ikki fáa frið fyri, tað fylgdi mær dag og nátt, men nú eri eg syndari vorðin frelstur við trúgv á Harran Jesus, tí eri eg til reiðar at doyggja.
Guds orð vendir ikki aftur við ongum. Tí nyttar tað at boða Guds orð og at hoyra Guds orð. C.Eliassen