Aftur til forsíðu

Takk, Gud, fyri tað neyðuga

Takk, Gud, fyri tað neyðuga

Skrivað: Bent Djurhuus

“Gev okkum í dag okkara dagliga breyð” (Matt 6,11).

Sum tað er deiligt, at Gud ikki bara hevur áhuga fyri tí andaliga. Hann svevar ikki runt millum skýggini, oman fyri jørð og menniskju. Hann hevur eisini áhuga í tínum og mínum dagligdegi.

Aftaná hesar stóru bønirnar í Faðirvár um Guds navn, Guds ríki og Guds vilja, ja, so kemur ein heilt onnur bøn, men avgjørt ikki minni týðandi. Kanska meir ítøkilig og menniskjalig.

Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.

Breyð. Hetta, sum er so neyðugt, hvønndagsligt, vanligt og sum vit finna heilt niðast í matpyramiduni. Í Faðirvár ímyndar breyðið alt tað neyðuga. Ikki nakað í yvirflóð, men tað neyðuga. So sum eitt stað at búgva, mat og klæði. Vanligar og góðar umstøður. Gud hevur umsorgan fyri okkum í tí heilt vanliga dagligdegnum.

Her á okkara leiðum tykist hetta kanska sum ein sjálvfylgja. Men man skal ikki sita leingi á netinum fyri at síggja, at tað neyðuga als ikki er ein sjálvfylgja allastaðni í heiminum. Royn og hugsa um tað, næstu ferð tú letur matpakkan upp, og livurposteiið hevur fingið eina keðiliga skorpu, og makrelsalatin luktar um alt rúmið. Gud hevur givið mær tað neyðuga.

Takk, Gud, fyri livurpostei, agurkusalat, rugbreyð, havragreyt, mjólk, kovboybuksur, seingjamadrassu og tannkrem.

Tað vanliga er ikki ein sjálvfylgja. Tað er ein gáva.

A+