Takk

Skrivað: Annelisa Rasmussen

”Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Gudi við harðari rødd, og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum” (Luk 17,15–16).

Vit eru júst byrjað uppá eitt nýtt ár. Hvørja ferð vit gera tað, er tað spennandi at hugsa sær, hvat hetta árið hevur at bjóða. Og kortini er tað eisini eitt sindur ræðandi, tí vit ána ikki, hvat árið hevur við sær av gleði og av sorgum. Men vit vita og kunnu trygt líta á, at alt sum hendur, liggur í Guds hond, og at hann er við í øllum.

Ein dagin møtti Jesus 10 spidølskum monnum, sum vildu, at hann skuldi gera teir frískar.

Tey spidølsku vóru jagstrað út um bygdina at vera. Sjúkan gjørdi, at tey fingu sár um allan kroppin, og sum oftast vórðu tey ikki lekt. Nógv fólk vóru spidølsk. Tey høvdu eingi sjúkrahús, ongan heilivág, ongan lækna, sum hjálpti.

Øll, sum vóru spidølsk, ynsktu sjálvandi at vera frísk aftur. Um onkur helt, at tey vóru blivin frísk, skuldu tey fara til prestin, so hann kundi vátta, at tey vóru frísk og tað var hann, sum gav teimum loyvi at fara heim aftur til sín sjálvs.

Jesus stendur frammanfyri hesum monnunum, hann vildi fegin hjálpa teimum. Hann kendi teirra tørv. Hann lurtar, tá ið onkur spyr hann um hjálp. Jesus peikaði inn ímóti býnum og segði: Farið og sýnið tykkum fyri prestunum.

Teir spidølsku litu á tað, Jesus segði, teir trúðu honum og gjørdu, sum hann segði. Teir fóru til prestarnar! Meðan teir gingu inn í býin kendu teir, at eitthvørt løgið hendi við teimum. Blóðið kom aftur í armar og bein. Teir tóku plaggið burtur, ið vóru um sárini og sóu, at húðin var rein og frísk. Allir 10 vóru frískir. Eitt undur! Jesus hevði grøtt teir. Teir kundu nú fara heim aftur til sínar familjur. Teir vóru fríir; teir høvdu fingið lívið aftur. Sum teir vóru glaðir!

Men hov – gloymdu teir ikki okkurt?

Tað var bert ein, sum vendi sær og rann tað dýrasta, hann var mentur, aftur til staðið, har Jesus var. Bara ein mintist til at fara til Jesus at takka fyri, at hann hevði gjørt seg frískan.

Jesus hugdi at manninum og spurdi, hvar hinir 9 vóru. So segði hann við mannin: Reis teg og far avstað – trúgv tín hevur frelst teg.

Hví mundi bara ein koma at takka Jesusi? Var tað annað, sum hevði meira týdning?

Orðið tøkk er aðalorðið til hesa andakt.

Hevur tú minst til at takka Jesusi? Vit hava so nógv at takka honum fyri. Vit kunnu takka fyri heilsu, mat, klæðir, fyri tað góða og vakra landið, við búgva í, takka fyri góða familju. Tað er neyðugt, at vit eisini í dag siga Jesusi takk. Hann ynskir at vit takka honum, ikki fyri sína egnu skyld, men fyri okkara skyld, hann verður glaður fyri tøkkina. Gud gevur okkum tað, okkum tørvar. Tað eiga vit at siga honum takk fyri.

Eitt nýtt ár er byrjað – tað er sum ein bók við 365 blaðsíðum, sum vit ikki sleppa at hyggja í, og tí heldur ikki vita, hvat har er skrivað í. Men dag aftan á dag kemur tað, sum soleiðis er fjalt, fram í ljósið. Lat okkum í ár minnast til at takka Jesusi. At vera takksom!