Takksemi

Skrivað: Hanna Skorastein

og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum;” (Luk 17,16)

Jesus møtir okkum har, sum vit eru – júst har sum vit eru stødd í lívinum, í viðgongd, í mótgongd. Mitt í lívsins meldri, har møtir Jesus okkum. Vit hvørki kunnu ella skulu pynta uppá okkum, áðrenn vit kunnu fáa eitt møti við Jesus. Og Jesus ynskir at fáa eitt persónligt møti við hvørt eitt einasta menniskja.

Hesir 10 spitalsku menninir, haðani ørindið omanfyri stavar frá, eru dømi um hetta. Teir spitalsku menninir vóru uttanfyri tað vanliga lívið, eingin vildi hava nakað við teir at gera, sjúkir, óreinir. Allíkavæl steðgar Jesus, hann sær teir, hann møtir teimum. Eisini við hesar menninar ynskir Jesus at fáa eitt møti við. Tað stendur, at teir gera, sum Jesus beyð teimum, at teir skuldu fara og vísa seg fyri prestunum.

Og tað undursama hendir, meðan teir eru á veg – teir verða allir sum ein reinsaðir. Reinir. Frískir. Tað má hava verið stór frøði á teimum, teir sum vóru útihýstir. Ongin, sum vildi hava við teir at gera. Tað stendur, at ein teirra, tá hann sá, at hann var frískur, vendi við aftur og kastaði seg fram eftir rommum og takkaði Jesusi.

Hví hinir 9 ikki vendu við fyri at takka Jesusi, vita vit ikki, og hetta hevur mangan undrað meg. Eitt undur er hent í teirra lívi, og tað er ongin ivi um, at tað er Jesus, sum hevur grøtt teir. Og tó so takka teir ikki. Eisini eg gloymi tøkkina. Fyri lív og heilsu. Mat og klæði. Heim og familju. Frelsu og frið. Jesus, hjálp mær at takka í øllum førum. Altíð.

Takk eg sigi tær fyri alt, tín kærleiki stórur er.
Tá eg kenni meg veikan í mær, kraft tá orð títt mær ber.

Amen.