Takksom

Skrivað: Ester A. Danielsen

Sum menniskju hava vit ofta lætt við at samanbera við onnur og gloyma at seta prís upp á alt, ið vit eiga og alt, ið vit eru góð til. Gud hevur skapað okkum so ymiskt og hevur givið okkum so nógvar ymiskar gávur og eginleikar. Hví skal eg bara fokusera upp á hvørjar eginleikar míni vinfólk hava, ístaðin fyri at seta prís upp á mínar egnu?

Takka vit nóg ofta fyri alt, ið Gud hevur givið okkum? Familju, vinir, eina góða song, tryggleika og so framvegis. Hugsa tær, um tú vaknaði upp ein morgunin og alt, sum tú hevði gloymt at takka Gudi fyri kvøldið fyri, var burtur! Ræðandi at hugsa, tí tað eru so nógv, ið vit taka fyri givið.

Eisini at vit siga takk, hóast vit føla, at vit ikki hava nokk. Um til dømis gekkurin er á 3. milliónir, og eg fái fulla plátu, komi ígjøgnum, men endi ein nagla viðsíðurnar av leypinum og fái 10.000 krónur – verði eg tá nøgd? Allarhelst hevði eg verið óð og hugsa um, hvussu tætt eg var við at vinna 3. milliónir krónur, enn at vera takksom fyri at vinna okkurt.

Tá Jesus mettar 5.000 menn, fær hann fyrst 5 breyð og 2 fiskar. Hann takkar fyrst og fremst Gudi fyri tað, ið hann hevur fingið. Síðani deilir hann tað út, og har er meir en nokk.

Um vit velja at vera takksom fyri tað, vit fáa ístaðin fyri at vera óð um ting ið vit mangla, fáa vit eitt nýtt sjónarmið og síggja tingini á ein heilt øðrvísi hátt.

Tað lupu 12 krukkur av fiskunum og breyðunum, sum Jesus fekk. Somuleiðis hevur Gud eisini givið okkum allar teir eginleikar og gávur, ið vit hava tørv á, so at vit skula klára tær uppgávur, hann leggur á okkara veg.

“Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógvæu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).