Talentirnar
”Húsbóndi hansara segði við hann: ”Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” (Matt 25,21)
Vit eru øll fødd við ymiskum evnum ella gávum. Summi evni eru meira sjónlig enn onnur. Hetta sæst ofta aftur hjá eitt nú listafólki og ítróttarfólki; teirra evni geva okkum undirhald og gleði. Eisini síggjast evnini hjá fólki í høgum leiðslustørvum aftur. Tá er skjótt, at vit onnur halda okkum frá at bjóða okkum fram til nakað: ”Nei, eg dugi ikki so væl”, ”bið heldur onkran annan” og so framvegis.
Húskallarnir, ið fingu fimm og tvær talentir, arbeiddu við talentunum og vunnu tvífaldað, meðan húskallurin við einu talentini gróv hesa niður, tí hann skammaðist um tað – í hansara eygum – lítla sindrið. Vit skulu ikki síggja so stórt uppá tey menniskju, ið hava fingið fleiri góð evni. Tey eru einki øðrvísi, men tey hava valt at brúka síni evni, og tí sæst tað aftur. Um vit goyma okkara gávur burtur og ikki brúka tær, so er tað eingin, ið fær gagn ella gleði av teimum.
Kanska tú sjálvur ikki heldur tíni evni vera nakað serligt, men Gud vil brúka teg við teimum evnum, hann hevur givið tær. Alt hevur eitt endamál í tí stóru heildini og kann tæna honum.