Tann Gud, ið aldri rýmir

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

“Tí at hann hevur sagt: «Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,»” (Hebr 13,5)

Mattew West gav ein sang út í fjør, ið eitur ”God who stays

Mattew syngur um, hvussu hann vit sum trúgvandi ofta føla okkum. Hann sigur ’Um eg var tú(Gud), hevði eg langt síðani havt givið upp’

Hann følir, at hann ikki er verdur Guds kærleika. Hann skilir ikki, hvussu Gud ikki hevur givið upp, tí hann hevur langt síðani givið upp uppá seg sjálvan.

Vit menniskju følar ofta, at vit nytta so lítið. Vit synda so nógv, og megna ikki at gera alt tað, sum Gud krevur av okkum. Mattew lýsir síðani, hvussu vit altíð halda, at tað eru vit, sum skulu finna vegin aftur til Gud.

Hann sigur: ’Onkurvegna sært tú meg ikki, so sum eg síggi meg – onkurvegna ert tú enn her’

Niðurlagið sigur: Tú ert tann Gud, ið ikki rýmir. Tann, ið rennur ímóti mær, tá øll onnur rýma. Tú ert tann Gud, ið stendur við opnum ørmum, og fortelur mær, at einki, eg geri, kann slíta meg frá Gudi.

Mattew West legði eitt brot av sanginum út á Instagram, har hann skrivaði undir – Tað følist sum, boðskapurin í sanginum er til júst hesa tíðina. Nú vit øll halda frástøðu, hevur Gud givið okkum lyfti um, at hann vil vera nær.

Lat okkum minnast til, at sjálvt í Koronatíðini, har øll halda frástøðu, er Gud nær.