Tann ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað

Skrivað: Annika Osvaldsdóttir Sørensen

“Tann ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað” (Mark 8,35).

Hetta eru álvarsom orð. Flest øll okkara vilja fegin liva, til vit verða gomul og hava upplivað nógv. Hóast vit kunnu tosa um, hvussu vit gleða okkum at koma í himmalin, so er deyðin óivað nakað, sum vit ikki ynskja skal henda her og nú. Tað er jú so nógv, vit vilja náa áðrenn.

Hóast vit fegin vilja liva, eiga vit ikki at virðismeta jarðiska lív okkara meira enn æviga lívið. Lesa vit tekstin, síggja vit, at hann snýr seg um at fylgja Jesusi og avnokta seg sjálvan. Hann snýr seg um leggja seg sjálvan og sítt egna til síðis fyri onnur og serliga fyri Krists og gleðiboðskaparins sakir. Gera vit tað, bjarga vit nevniliga livi okkara, sum her sipar til tað himmalska, æviga lívið.

Víðari spyr Jesus, hvat tað gagnar manni at vinna allan heimin, men bøta afturfyri við sál síni. Hvat gagnar tað okkum at liva eitt fantastiskt, ríkt lív her á jørð, men tá ið vit doyggja, arva vit æviga løn í glatan? Tá er betri at liva eitt sømiligt lív saman við Gudi her á jørð og arva æviga løn í himli!

Gud hjálpi okkum til at virðismeta himmalska lív okkara hægri enn tað jarðiska, so at vit ein dag koma heim til hansara at liva til fulnar í allar ævir.