Tey kendu ikki vitjanartíðina

Skrivað: Frants Jensen

Av teirri søk, at tú ikki kendi vitjanartíð tína” (Luk 19,44)

Tað eru ikki øll, ið eru so fegin um at fáa óvæntaða vitjan. Møguliga hugsa tey, at her er ikki gjørt reint, og hvat man gesturin hugsa um heimið.

Onnur gerast sera glað at fáa óvæntaða vitjan. Gleðin at síggja og vera saman við tí vitjandi lýsir út av teimum.

Fólkið í Jerúsalem hevði fingið vitjan. Tað var kongurin, sum kom at vitja. Hann kom tó bara ríðandi á einum ungum fyli inn í býin. Vanligt var, at tá ið kongur kom, so var meira gjørt burturúr. Men lærusveinarnir vistu, hvør hann var og søgdu ”Vælsignaður verði kongurin”, og tey løgdu klæði síni á vegin fyri honum.

Jesus – kongurin – segði um fólkini í Jerúsalem, at tey kendu ikki sína vitjanartíð. Profetarnir høvdu nevniliga boðað í øldir, at kongurin skuldi koma. Men nú, tá ið hann kom, so vildu tey ikki góðtaka, at hetta var tann kongur, ið teimum var lovaður. Tey vrakaðu Jesus.

Enn í dag – 2000 ár seinni – bíða teir flestu jødarnir í Jerúsalem eftir Messias. Teir kenna framvegis ikki sína vitjanartíð.

Kennir tú tína vitjanartíð? Jesus – kongurin – ynskir eisini at koma til tín. Møguliga hevur tú hoyrt boðskapin fleiri ferðir, so helst er tað ikki óvæntað, nú hann bankar á dyrnar.

Bíblian kallar á okkum um at vera til reiðar og taka ímóti, tá ið hann kemur. Hann kemur ikki bara til tey høgtstandandi í fólkinum og tey, sum liva ”eitt skikkiligt lív”. Hann kemur eisini til tey, har lívið er miseydnað, og tey, sum kenna seg veik og skuldarbundin. Hann vil reisa hin falna á føtur og geva vón, har vónloysi er.

Lat tað ikki vera sum hjá Ísraelsfólki, at tað verður sagt um teg, at tú ikki kennir vitjanartíðina.