Tí doyði Jesus
“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3.16).
Hetta verður kallað ‘tann lítla Bíblian’, tí at versið sigur í grundini alt, sum Bíblian snýr seg um í heilt fáum reglum.
Gud sá, at vit øll vóru syndarar, og hann vildi so fegin hava okkum at koma til Himmals, tá ið vit ikki liva her á jørðini longur. Men Gud tolir ikki synd, so tað riggaði ikki at fylla himmalin við synd, so hann sendi Jesus niður á jørðina at liva eitt syndafrítt lív. Harafturat bleiv Jesus revsaður fyri alla okkara synd og krossfestur, soleiðis at vit kundu verða reinsað í tí blóðinum, sum rann á Golgata. Soleiðis at tá ið vit doyggja, so kunnu vit sleppa til Himmals, so framt vit trúgva á Jesus.
Slett ikki so galið at kenna ein Gud, sum syrgir so væl fyri okkum. Hann gevur okkum alt, men krevur ógvuliga lítið aftur fyri; hann krevur bert, at vit trúgva á hann.
Lat okkum tí fara glað undir henda dagin, tí vit hava júst lisið, at GUD elskar okkum, ikki bara onkran av okkum, men okkum øll somul.