Tí gleðast og fegnast vit!

Skrivað: Annelisa Rasmussen

Og eingilin segði við teir: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði”! (Luk 2,11)

Her ljóðar tann fyrsta jólaprædikan. Hildin av Guds eingli til nakrar bangnar hirðar úti á Betlehemsfløtum: “Tykkum er ein frelsari føddur”.

Einglarnir eru nógv frammi á jólum. Teir vera nevndir í jólaevangelinum, vit syngja um teir í nógvum sálmum, og vit prýða eisini við teimum í heimum okkara.

Eingilin boðar hirðunum gleðiboð, og síðani syngur ein einglaflokkur: Heiður veri Gudi í hægsta himli og friður á jørð, og í menniskum góður tokki.

Hendan gleðin, sum eingilin boðar hirðunum frá, er fyri alt fólkið. Tað vil siga, at øll kunnu fáa lut í hesi gleði; hendan gleðin er ikki bert fyri tey útvaldu. Tað var eisini ætlanin hjá Gudi, at hendan gleðin skuldi náa út til øll menniskju. Hesa gleðina yvir hann, vil Gud skapa í okkara hjørtum. Gleðina yvir, at heimsins frelsari er føddur. Tí hevur tað týdning, at vit ikki bara ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól, tá ið vit ganga framvið fólki, men at vit eisini hjálpa hvørjum øðrum at síggja, hvat í veruleikanum er hent fyri okkum – í okkara menniskjalívi, sum tað nú einaferð formar seg.

Frelsarin er føddur. Ikki fyri at uppfylla ein gudiligan tørv, men tí at vit høvdu brúk fyri einum frelsara.

Tí gleðast og fegnast vit!

Gleðilig jól