Tíð og raðfesting

Skrivað: Ólavur Øre Hansen

Tíðin er avmarkað. Dagurin hevur 24 tímar. Tí er tað avmarkað, hvat vit kunnu nýta tíðina til, og vit mugu raðfesta.

Tað eru óivað nógv, sum høvdu ynskt, at døgnið hevði meira enn 24 tímar. Vit vilja náa mest møguligt. Tað liggur í okkum, og tað liggur eisini eitt trýst á okkum. Hetta sæst ofta aftur í einari kroniskt ringari samvitsku.

Sannleikin er tann, at vit kunnu ikki alt, tí tíðin er avmarkað. Tað hevur við sær, at vit mugu raðfesta, hvussu vit brúka tíðina. Raðfesti eg eitt nú arbeiði og ítrótt, so mugu onnur ting fáa lægri raðfesting. Soleiðis er tað bara.

Í andaligum arbeiði sæst tað eisini, at fólk hava ikki tíð. Vit hava so nógv annað, og tað er eisini rætt og neyðugt. Men so er spurningurin, hvat sigur tað um mínar raðfestingar, tá eg ikki havi tíð til at hjálpa til í andaligum arbeiði?

Málið er ikki at geva okkum uppaftur verri samvitsku. Men at vit tora at eftirkanna okkara egnu raðfestingar, eisini út frá Guds orði. Tí Jesus hevur bert okkum, vit eru hansara sendiboð til okkara samtíð.

”Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini” (Áps 1,8).