Tíðin

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Í bókini Prædikarin eftir Sálomon kong, í Gamla Testamenti, lesa vit í 3. kapitli um orðið ‘tíð’. Til dømis “At seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð. (v 2) … At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð (v 4) … at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð (v 7).”

Tíð er hjá mongum ein  trotvøra. Tað eru so nógv ting, sum skulu fáast frá hondini: Tíð til arbeiðið, tíð til skúlan, tíð til vinir og familju, tíð til frítíðarítrivini, tíð til hjúnabandið, tíð til børnini, tíð til at keypa inn, tíð til at troysta, tíð til at lurta… men ofta má tíverri viðgangast, at tíðin røkkur ikki til alt. Tíðin rennur avstað.
Aðrar tíðir, tá ið vit kanska ikki hava tað so gott, kennist tíðin at ganga alt ov seint. Vit royna, hvat vit kunna, at fáa tíðina at ganga, men tað kennist, sum stendur hon í stað.

Men hetta  at eta og drekka og njóta fagnað mitt í allari møðini, tað er eisini hvørjum manni ein gáva frá Gudi. (Præd 3,13)

Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.
Ríka troyst til stirda sál og ond!
Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,
alt jú hvílir í Guds faðirs hond.
Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi,
hvønn ein dag á fold mær senda vil
partin mín av frøi og av harmi,
sum eg júst man treingja til.
(Ms 491, v. 1)

Okkara  gerandisdagur kann innihalda so nógv, at vit gloyma at liva í nú-inum. Vit leggja so nógvar ætlanir fyri, hvat vit skulu gera seinni í dag, í morgin og næstu viku, at vit gloyma at vera nærverandi. Vit gloyma at liva her og nú. Vit eiga bara løtuna beint nú, restina av tímanum ella degnum vita vit einki um. Løtan, sum vit liva í beint nú, kemur ongantíð aftur. Tí er tað av stórum týdningi, hvat vit brúka tíðina til. Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er ofta tað, sum vit raðfesta fremst og brúka mest tíð uppá.

Hvussu brúkar tú tína tíð?

Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. (Matt 6,33)

Alt hevur sína tíð, men lat okkum biðja Gud hjálpa okkum at brúka og raðfesta hana væl!

Hans Kristian Justesen, Herlev