Tíðirnar broytast, og vit broytast við

Skrivað: Marita Eckhardt Tróndheim

Jú eldri eg gerist, tess skjótari gongur tíðin. Eg havi fýra sera týðilig dømi um, hvussu skjótt tíðin gongur, tí eg síggi á børnum mínum, hvussu nógv kann henda um 5, 7, 9 ella 11 ár. Tað er jú eitt heilt lív í eygum teirra.

Eg minnist ein sang frá mínum barnaárum. Um tað var frá eini lýsing, ella um tað var ein sangur, minnist eg ikki, men niðurlagið ljóðaði: “Tíðirnar broytast, og vit broytast við”. Vit nikka játtandi til hetta og duga slett ikki á ímynda okkum, at vit skuldu verið sama menniskja í dag sum í barnaárum okkara. Tað er jú púra natúrligt, at vit mennast gjøgnum lívið. Vit læra alt lívið og eru í heila tikið ongantíð heilt fullment, tí vit kunnu altíð mennast eitt sindur meir.

Men sært tú, Gud broytist ikki, og Gud mennist ikki. Gud er óbroytiligur og fullmentur, og hetta gevur mær tryggleika. Eg sleppi at leggja alt í hendurnar á einum, ið kennir alt og veit alt, einum, ið ikki vikast.

Gud er forrestin ikki bara fullmentur, hann er eisini mentur, men tað er jú ein annar sangur.