Til kanningar hjá Gudi

Skrivað: Jóannis Fonsdal

“Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23-24)

Sálmaskaldið hevur eina djúpa sannføring um, hvussu gott tað er at biðja Gud kanna, ikki einans mítt lív, men eisini mína sál. Gud, ið kennir hvørja hugsan, orð og gerð, honum kunnu vit ikki goyma okkum fyri. Enntá, tá ið vit vórðu gjørd í duldum, myndaði í jarðardjúpum, ja, tá var hann eisini har.

Vit mugu siga við sálmaskaldinum: Gud tú kennir meg fullkomuliga. Nógv betri enn eg kenni meg sjálvan. Hvørja gerð mína, hvørja støðu mína, og hvussu eg geri gerðir mínar. Enntá mínar hugsanir, áður enn tær eru vorðnar til hugsanir, og orð míni, áður enn tey eru á míni tungu.

Harrin rannsakar okkum og kennir okkum. Tískil skilir hann okkum eisini, tá vit bera okkum løgið at. Hann veit fullkomuliga, hvussu vit hava tað, hvørjir veikleikar okkara eru, hvørjum vit lata okkum ávirka av; ja, alt. Enntá nógv betri enn vit vita tað sjálv.

Vit mugu lata Gud kanna og rannsaka okkum og so vera still og lata hann tala niðurstøðu sína til okkara.