Tit skulu verða vitni míni

Skrivað: Ann Hermansdóttir

”Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni….”Áp 1,8

Tá ið vit trúgva á Jesus og hava lagt lív okkara í hansara hendur og vilja liva
honum nær, so verða vit ongantíð arbeiðsleys, tí vit hava øll fingið
uppgávuna at vitna um hann.

Hvussu er okkara vitnisburður? Tá ið menniskju síggja teg og eru saman
við tær, síggja tey so Jesus? Merkja tey hansara kærleika, hansara
fyrigeving, hansara góðsku og hjálpsemi?

Tað er ein stór ábyrgd at vera Jesu lærusveinar. Ja, ofta kann ábyrgdin
tykjast alt ov stór. Men líkasum lærusveinarnir ikki skuldu fara út við egna
kraft at vitna um Jesus, so er tað heldur ikki meiningin, at vit fara við
egnari kraft. Nei, vit hava fingið heilaga andans kraft til at vitna um Jesus.
Tað eru so ríkir møguleikar hjá okkum at vitna um Jesus.

Hevði so ynskt, at vit trúgvandi, at eg, dugdi betur at brúka gerningar heldur enn orð at
vitna við. Men alt ov ofta goymi eg meg aftanfyri orðini, ístaðin fyri at
gera nakað fyri onnur. Ístaðin fyri at vísa Jesu kærleika í verki. Kanska
skuldu vit, sum vanliga brúka nógv orð, roynt okkum við gerningum eina
tíð og soleiðis vunnið menniskju fyri Jesus.