Tøkkin
”Men Jesus svaraði og segði: »Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju?”
Luk.17,17
Víst kunnu vit undrast á tað ótakksemið, sum hesir níggju spitalsku sýndu, eftir at Jesus hevði grøtt teir. Støða teirra hevði verið vónleys; men hann hevði fríað teir úr neyðini! Vit halda ikki, at tey eru mong, sum eru so ótakksom.
Men hvat er takksemi, tá ið saman um kemur? Tað er ikki bert gleðin um tað, ið ein hevur fingið, tí tað er ikki annað enn sjálvgóðska, eins og hundurin kennir, tá ið hann hevur fingið okkurt, sum honum dámar væl. Takksemi er nógv dýrmætari, og tað er júst tað, sum vit finna hjá tí eina av hesum tíggju, hann sum vendi aftur at takka. Takksemi er hjartans afturljóð, um ein so má siga. Men tíverri eru tað ikki øll hjørtu, ið geva eitt slíkt afturljóð, men tá ið tað kemur, gleðir tað altíð Hann, frá hvørjum allar góðar gávur koma.
Undir øðrum heimsbardaga gav ein enskur prestur sær far um ein smádrong, sum kom inn í kirkjuna at biðja. ”Kemur tú ofta higar at biðja?” spurdi hann drongin. ”Fýra ferðir teir seinastu fimm dagarnar!” svaraði hann.
”Er kanska onkur skyldmaður hjá tær í bardaganum við Dunkerque?”
”Ja, pápi, men hann kom heim í gjár, og tí kom eg higar at takka Gudi,” svaraði hann.
Tað var takksemi eftir Guds hjarta. Sum hasin drongurin hevur nógv at læra okkum! Vit biðja og tráa, og vit fáa Guds góðu gávur hvønn dag – í smáum og stórum, men siga eisini vit: Tí komi eg fyri at takka honum?
Av og á gerast vit meira upptikin av tí, sum vit ikki hava, øllum tí, sum vit vildu ynskt, at vit høvdu, enn av tí góðsku, sum er sýnd okkum gjøgnum alt tað, sum vit hava fingið, ikki minst alt tað illa, sum vit eru spard fyri. Vit skilja gamla indianaran, sum bleiv spurdur, um hann onki hevði lært av siðmenningini hjá teim hvítu; hann svaraði við bert einum orði: ”Ótakksemi.” Kravmentanin og tann ómetaliga trongdin eftir meira og meira, sum er so vanlig í dag, køvir tað fína í mannahjartanum, sum eitur takksemi.
Nógv av okkum høvdu helst havt gagn av at farið ein túr inn á eitt sjúkrahús at heilsa upp á nøkur teirra, sum eru bundin til sjúkraleguna, mong við lítlari ella ongari vón um at gerst frísk og sleppa heim til síni kæru. Ella hugsa um tey mongu blindu, vanføru, einsamøllu, ólukkuligu.
”Eg gremji meg, tí at eg eigi ongar skógvar,” ljóðar eitt arabiskt orðatak, ”til eg møtti einum manni, sum ongi bein hevði.
Tá ið vit so síggja, hvussu gott vit sjálvi hava tað, og hvussu nógv vit eru spard fyri, uttan at hava uppiborið nakað av tí meira enn onnur, mugu vit vera skammiliga ótakksom, um vit ikki venda aftur til Harran og av heilum hjarta prísa Honum, tí at Hann hevur verið so góður ímóti okkum.