Tollarin

”Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: »Guð náði meg syndara!« ”
Luk.18,13

 

Tveir mans fóru niðan í halgidómin at halda bøn. Annar var ein fariseari, sum var so takksamur um, at hann við Guds hjálp var komin so langt ávegis við gudrøkni sínum; hin var ein tollari, sum helt, at alt sá so vónleyst út hjá sær. Báðir komu teir. Annar við sær sjálvum, og hin við neyð síni!

Og í orðinum her omanfyri sæst, at talan ikki bert var um falskt lítillæti hjá tollaranum. Hjá honum var talan um vónloysis álvara, at hann ikki var verdur at koma fram fyri Gud. Men hann kundi heldur ikki velja at halda seg burturi! Hann mátti royna at tora at nærkast Gudi. Ikki við stórum frímóði, men bangin og ótryggur. Men hann mátti koma.

Ikki skulu vit taka framferð tollarans sum fyrimynd um sanna eyðmýkt. Tí so endar tað við, at vit koma til Guds við tøkk fyri, at vit eru næstan líka so eyðmjúk sum tollarin. Og so vil tað vera følsk eyðmýkt – fariseisma við øvugtum fortekni.

Vit skulu bert av tollaranum læra, at til ber at koma til Guds, sjálvt tá ið vit í álvara kenna okkum vesal og óverdug. Vit skulu aldri halda, at vit fyrst mugu gerast eitt sindur meira verdug, áðrenn vit kunnu koma. Hjá Gudi er opið fyri syndarar og óverdug. Fyri tær og mær.

Har verður ikki spurt, um tú torir at líta frítt upp, ella tú lítur niður.

Altíð er rúm fyri einum syndara afturat til gudstænastu í Guds kirkju. So kom við.

Jesus, eg nígi fyri tær,
biði í iðran her:
skjøldur og svørð tú fái mær,
royn meg enn einaferð.