Tolsemi

Skrivað: Marja Lamhauge

“Men maðurin Móses var sera tolin, ja, tolnari enn allir menn á jørð” (4 Mós 12,3).

Versið omanfyri um tolsemið hjá Mósesi er frá, tá hann kom oman av fjallinum við lógtalvunum, sum Gud hevði skrivað á tveir steinar. Fólkið hevði ikki tol at bíða, til Móses kom oman aftur av fjallinum, men fekk Áron at gera ein gullkálv, sum tey kundu biðja til. Sum so mangan fyrr fór Móses enn einaferð í forbøn fyri ísraelsfólki og bað Gud um at fyrigeva teimum syndirnar og ólýdnið móti honum.

Vit hava hoyrt so nógv um tolsemi tey seinastu árini. Vit skulu tola hvør annan og vera góð við hvør annan. Gud elskaði okkum fyrst við at lata sín einborna son, Jesus Kristus, doyggja fyri okkum, tann ultimativi kærleikin. Tí skulu vit eisini elska okkara næsta og hava tol við hvør øðrum.

Men hvussu tolin eru vit í veruleikanum? Umbera vit hvør annan, fyrigeva vit hvør øðrum, og biðja vit fyri hvør øðrum. Ongantíð hevur verið meira brúk fyri at biðja fyri okkara landi og fólki enn nú. Mátti Gud givið okkum tað ídni, sum Móses hevði, at biðja fyri okkara fólki, at vit mugu trúgva á Gud og halda boð hansara um ikki at hava aðrar gudar enn Gud faðir í Himli.

“Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Gud, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur!” (Sl 86,15)