Tørv á dagligum undrum

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit síggja tað so væl í 2. Mósebók 16,11-18. Ísraelsfólk eru vorðin frí frá trældómi og førd út úr Egyptalandi. Tey vórðu bjargað frá týning, tá tey fóru ígjøgnum Reyðahavið. Ja, tey vóru vorðin fræls og vóru áveg ímóti einum nýggjum lívi í einum frælsum landi. Men skuldi nú hetta frælsið kosta teimum lívið? Tí hvussu skuldi meira enn ein millión fólk breyðføðast úti í oyðimørkini?

Vóru nú øll Guds undur farin til einkis? Tað var ikki so frætt sum ein lítil vón um eina frælsa framtíð fyri teirra eftirkomarar. Nei, øll somul fóru at doyggja av hungri úti í oyðimørkini.

Fólkið hevði ikki væntað, at henda ferðin fór at verða so treytað av Gudi. Jú tað var brúk fyri einum Guds undri, ella rættari sagt 10 Guds undrum, áðrenn Farao vildi lata fólkið fara. Tað var brúk fyri enn einum undri at sleppa undan herðinum hjá Faroe, tá farið varð ígjøgnum Reyðahavið. Men at tað dagliga varð brúk fyri einum undri, fyri at fólkið kundi fáa mat í munnin, tað væntaðu tey ikki. So bundin ella treytað eru vit av Gudi.

Okkum tørvar ikki bara eitt undur í dópinum, sum kann rykkja okkum frá djevulsins makt og gera okkum til Guds børn. Vit hava øll tørv á einum dagligum undri, fyri at vit kunnu varðveitast sum Guds børn.

Júst sum ísraelsfólk fekk mat sendandi frá himli, somuleiðis hava vit eisini dagliga tørv á at lurta eftir Guds orði um Jesus og náðina. Tað frælsið, vit fáa í Jesusi, kemur at kosta okkum lívið. Lívið, sum vit kenna tað, har okkara syndigi hugur stýrir okkum. Men afturfyri fáa vit eitt heilt nýtt lív, ið hvønn dag er treytað av Gudi.