Treyst tykkara hevur stóra løn

”Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn! ”
Hebr.10,35

 

Sum ein eldist, tveitir ein bæði eitt og annað fyri borð. Lívið gerst einfaldari eins og gudfrøðin. Har er ymiskt, sum bert darvar ferðini og ger hana truplari.

Men eitt er, sum eitt kristið menniskja ikki kann kasta frá sær – tað er treystið. Treystið hevur stóra løn, sigur høvundurin, ið skrivað hevur Hebrearabrævið. Treystið mugu vit ikki missa, tað tekur ov nógv burturav, tá ið lívsroknskapurin einaferð skal verða gjørdur upp. Heldur tú fast um treystið, so er tað sum at seta pening inn at renta í tí himmalska bankanum. Hann gevur góða rentu og stóra løn.

Treystið er ein frí og glað framferð. Tað er tað smílandi og nøgda vitnið, sum við nærveru sínari er ein boðari av tí glaða boðskapinum um kraftina í gleðiboðskapinum. Brúk er altíð fyri frímóðigum vitnum. Tað skilti fyrsta kristna meinigheitin í Jerusalem eisini. Tí bóðu teir fyri lærusveinunum við orðunum: ”Og nú, Harri, lít at hóttum teirra, og gev tænarum tínum við øllum dirvi at tala orð títt, ” Og svarið kom beinanvegin, tí tað stendur beint aftaná: ”Og tá ið tey høvdu biðið, ristist staðurin, har sum tey vóru saman komin, og tey fyltust øll av heilagum anda, og tey talaðu Guðs orð við dirvi. ” Áps.4,31

Fedranna trúgv – o, sterka vár,
sigrandi gjøgnum sakn og sár,
syngjandi gjøgnum bál og brand,
altíð á leið til lívsins land.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.