Tríggjar gravskriftir

”og hann fer inn og sigur við tey: »Hví leika tit so í og gráta? Barnið er ikki deytt, men tað svevur.« ”

Mark.5,39

 

Á kirkjugarðinum í Ribe standa 3 gravsteinar, sum allir bera navnið Daugaard. Tað eru trý børn, 2 dreingir og ein genta, hjá biskupinum J.B.Daugaard, ið eru grivin har. Daugaard var biskupur 1850-67. Stutt áramál var millum hvørt av børnunum. Fyrst doyði gentan.

 

Á gravstein hennara setti faðirin hesi orðini: ”… Barnið er ikki deytt, men tað svevur.« ” Mark.5,39

 

Eftir hevði biskupurin nú tveir vaksnar dreingir, sum báðir lósu til prest.

 

Tann eldri doyði beint áðrenn endaligu próvtøku sína.

 

Á gravstein hansara setti biskupurin hesi orðini: ”…sonur tín livir!…” Jóh.4,50.

 

Nú átti biskupurin bert eitt barn eftir, ein son, ið var útlærdur prestur, og sum um stutta tíð skuldi átaka sær prestastarv.

 

Men áðrenn hetta eydnaðist, varð faðirin noyddur at fylgja honum til gravar undir liðina á hinum báðum børnunum.

 

Gravskriftin, sum biskupurin nú setti, var: ”… »Alt hevur hann gjørt væl …” Mark.7,37

a.týddi