Tríggjar systrar – tríggir einglar

”Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; ”
Jóh.11,25

 

Ein eldri kvinna hevur sent okkum hesa frásøgn. Hon hevur sjálv upplivað hetta:

Tað stóðu nøkur hús niðanfyri vegin. Har var eitt satt vælsignilsi av børnum, og alt gott um tey øll somul. Men í tí eina húsinum var ein lítil genta, sum nú var blivin trý ár. Hon var serliga fitt og skilagóð. Um morgnarnar plagdi hon at fara inn í grannahúsið at vitja ommu og abba. Tey blivu so fegin fyri hesa vitjan, tí lítla gentan var altíð so blíð.

Men sum tað stendur í sálminum: Lagnan er stundum blíð og stundum vond. Ein dagin doyði ein grind suðuri í Havn. Og sjálvandi, tað var frøi at fáa feska grind og spik til døgurða. Tá kókað var, tók mamman pottin útav, og sum vanligt var, setti hon hann á plátuna frammanfyri komfýrin, meðan hon fekk lagt ringarnar á aftur. Tá hendi tað syrgiliga, at eitt av børnunum var áhalsið og kom til pottin. Tað var lítla trý ára gamla gentan.

Hon brendist rættiliga illa. Lækni var eingin at fáa uttan úr Havn. Tað vísti seg at verða drúgt at bíða eftir Reyða Krossi. Mangan leitaðu eyguni oman á Hólma, haðani hann skuldi koma.

Fyri at linna eitt sindur hjá tí lítlu, so bar pápin hana allatíðina. Tá tað hevði hug at seta at hjartanum hjá henni, so fór hann út at ganga. Tá hon so kólnaði, so varð farið inn aftur. Endiliga kom so báturin og læknin. Men har var einki at gera. Hann tók hana við sær til Havnar; har gjørdist heldur onki. Hon doyði.

Sorgin var nívandi. Mamman sat hjá kistuni. Men so kom dagurin, tá ið hon skuldi jarðast. Har komu nógv fólk at fylgja, so tað gjørdist skjótt ov trongt inni. So úti í túni vóru nógv, bæði ætt og vinir. Hetta var í krígsárunum, so eisini hermenninir, sum vóru so góðir við børnini og kendu tey, vóru komnir har.

Beint áðrenn kistan varð borin út, komu tríggir skyggjandi hvítir fuglar at flúgva í ring uppi yvir húsinum. Teir vóru so høgt uppi, at tað var eingin, sum kundi seta navn á teir. Men hermenninir søgdu við børnini, at hetta vóru einglar. Í kirkjugarðinum stóð ein lítil hvítur krossur, á honum stóð skrivað(tá var tað á donskum): Herren gav, Herren tog, Herrens navn være lovet. Har hvíldu tvær systrar hjá tí lítlu. Hvørgin teirra hevði verið meira enn hálvt ára gomul.

Nú eru tey fleiri í kirkjugarðinum, eisini mamman og pápin. Men Harrin er tann sami. Hann livir nú og um alla tíð. Gud havi lov.