Trúfesti

”Harrin er rættvísur á øllum vegum sínum og miskunnsamur í øllum verkum sínum. ”
Sálm.145,17

 

 

Ein fyrrverandi næmingur skrivaði til mín, eftir at eg hevði sagt, at fyrsta orðið, ið kom í tankarnar á mær um pápa hansara, sála, var orðið „trúfastur“.

 

Og so komu minnini frá barnaárunum streymandi til hansara. Hann segði, at ein av yndissangunum hjá pápa sínum var „Stór er tín trúfesti“. Niðurlagið brúktu tey ofta sum borðbøn. Annað versið rekur allan ótta fyri veðurlagsbroytingum burtur, og seinasta versið tekur burtur deyðaangist.

 

Mentali standurin í verðini hevði helst verið betri, um hesin sangurin varð brúktur sum morgunsangur í skúlunum minst ein dag um vikuna.

 

Niðurlagið er gott at minna okkum á, hvør ið tað er, ið gevur okkum lívsanda og dagarnar. Tað er í hansara hendur, vit skulu leggja lív okkara, og Hann fer sanniliga at syrgja fyri okkum, tá ið alt annað svíkur. Vit skulu als ikki óttast allar hóttanir, sum heimssamfelagið kemur við.

 

Stór er tín trúfesti

Stór er tín trúfesti, á, Gud, mín faðir,

tað er ei broytandi skuggi hjá tær.

Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði,

tú ert hin sami, sum áður tú var.

 

Stór er tín trúfesti,

stór er tín trúfesti,

nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.

Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,

stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.

 

Summarið, veturin, várið og heystið,

sólin og mánin og stjørnurnar við,

náttúran eisini prógvar hitt sama:

Gud er í trúfesti við vára lið.

 

Øll syndin goldin er – frelsunargleðin

fremur í hjarta ein lovsong til tín,

styrki og vón fyri nútíð og framtíð,

náði og signingar flóta til mín.

Thomas O. Chisholm. – Líggjas á Váli. Sangurin stendur sum nr. 600 í „Uppískoyti til Sálmabók Føroya Kirkju“. Hann er eisini at hoyra á YouTube