Trúgv á Gud!
”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. ”
Hebr.11,1
Ein gamal útróðrarmaður fór ein morgunin at taka gørnini upp.
Meðan hann tókst við at fáa gørnini inn í bátin, kom mjørkin knappliga og fylti allan fjørðin. Tað var so svart, at tað neyvan sást eina bátslongd.
Hetta er í tíðini langt áðrenn nútímans siglingartól, gps’arar, fartelefonir vm var vanligt at hava.
Hvussu skuldi hann nú finna heim? Hvønn veg skuldi hann rógva? Hann kundi einki annað gera enn at seta seg at bíða. Kanska tað fór at lýsa í mjørkanum. Men tá ið einki líktist fyri tí, helt hann saman hendur, bað til Guds og segði: ”Kæri himmalski faðir! Eg kann rógva, men tú mást stýra!”
So tók hann um árarnar og byrjaði at rógva. Hvønn veg hann róði, visti hann ikki. Tá ið hann hevði róð nakað, kendi hann, at báturin bar við eina sandstrond. Hann mátti meðni vera komin til lands. Og tá ið hann vendi sær á og leit gjøgnum tann tjúkka mjørkan, sá hann beint í dyrnar á neysti sínum.
Nú mátti hann aftur halda hendurnar saman. Hesa ferð var tað fyri at takka honum, ið stýrir øllum, ja, eisini lítla útróðrarbáti hansara.
Chr.Høj umsetti