Trúgvin – ein gáva og ein uppgáva

”Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær. ” Ják.2,17
”Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina. ” Ják.2,24
”Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.” Ják.2,26

 

At trúgva í sjálvum sær er ikki so ógvuliga torført. Men at halda fast við trúnna og at fylgja tí, trúgvin sigur, er verri.

At vera ein trúgvandi er ein gáva – men eisini ein uppgáva. Tað er so lætt at siga: ”Ja, eg trúgvi,” um tú verður spurdur, og tað er í sjálvum sær nokk til at sleppa inn í Himmalin, um tú meinar tað, tú sigur(Róm.10,9-10). Men tað er ikki so lætt at halda fast við trúnna, tá tú fert út aftur í dagliga lívið. Tá er tað, tú mást standa tína roynd. Tá er tað, tú mást halda teg aftur at øðrum trúgvandi, sum kunnu styrkja teg. Tá er tað, tú mást kenna, at Gud er við í øllum tí, tú gerst. Livir tú eitt lív, har Gud ikki er við í gerandisdegnum, glíður tú so við og við burtur frá Gudi. Sum trúgvandi skalt tú vera eitt vitni og ein fyrimynd, og tað gerst tú í dagligum gerningum.

Mangan stendur tú í eini støðu, har tú veitst, hvat rætt er at gera, men torir kortini ikki at gera tað. Hvat munnu hini fara at siga? Virkar tað fjákut? Og aðrar spurningar setur tú tær óivað. Men veitst tú hvat? Bið! Og Gud hjálpir tær at gera tað rætta. Hann sleppir tær ikki upp á fjall. Hann elskar teg og vil hjálpa tær. Lat hann sleppa at vera við í lívi tínum og gerandisdegi tínum. Og við at fylgja boðum Harrans gerst tú eisini sterkari í trúnni.

Má Gud hjálpa okkum øllum at lata upp hjartadyr okkara fyri Honum og lova Honum inn! S
Les.ma. Matt.7,7-8; Jóh.15,14-15; Op.3,11