Trúgvur yvir lítlum
“Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær”. (Sálm 32,8)
Hetta versið ein góð áminning til, hvar vit skula vera í Guds víngarði. Eg kann siga frá mínum egna lívi, at eg, tá eg var yngri, visti ikki, hvat eg skuldi vera ella gera í Guds víngarði. Tá eg bleiv settur til at hava mína fyrstu uppgávu í samkomuni, sá eg hana við “menniskjaligum eygum” og helt hana til tíðir vera “lítla” og ikki líka viktiga uppgávurnar, sum hini í samkomuni høvdu. Men av tí at eg var trúfastur, í tí “lítlu uppgávuni”, eg hevði, fekk eg so við og við fleiri uppgávur í samkomuni. Hetta leiddi eisini til, at líknilsið um talentinar gjørdist alsamt stórri fyri meg. Helst tá húsbóndin í Matteus 25,21 sigur: “Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!”
Um tú ivast í, hvar tú ert í Guds víngarði, so ver trúgvur í teimum “smáu” uppgávunum, tú fært, tí við tíðini vil Gud geva tær fleiri uppgávur. Ver bara rólig/ur, tí Gud sigur, at hann vil læra teg, vísa tær veg og fylgja tær. Gud signi teg.