Trý sløg av menniskjum
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.« ”
Matt.11,28-30
Kai Jensen, biskupur, sigur:
”Til eru trý sløg av menniskjum: tey, sum siga seg at trúgva, tey, sum siga seg ikki at trúgva og tey, sum spyrja, hvussu tey yvirhøvur kunnu koma til at trúgva. Hesi seinast nevndu eru óivað ógvuliga nógv, men tíverri koma mong av hesum leitandi ongantíð í kirkju. Annaðhvørt enda tey í religiøsum endaloysi ella eisini doyr henda leitanin í teimum.
Orðini eftir Augustin um mannahjartað, sum ikki hevur ró, fyrr enn tað finnur frið í Gudi, eru sonn til allar tíðir.
Menniskjað er hin sami hjálparleysi skapningur, sum livir í skuld, og sum einaferð skal doyggja.
Men Harrin sigur: ”Komið til mín … og eg vil geva tykkum hvílu!”