Trygt at vita, at Gud veit alt

Skrivað: Jóhannes Hammer

”Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur.
Harri, tú meg rannsakar og kennir. Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn. Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar” (Sl 139,1-3).

Harri, tú meg rannsakar og kennir. Rannsakar ella rannsókn er eitt orð, sum vit seta í samband við løgreglu. Teir gera rannsókn, og tá verður alt endavent. Ja, man kann næstan siga, at tað, sum vendir inn, vendir út, og tó so kennir Gud okkum enn betur enn tað.
Tað er ein veruligur tryggleiki at lesa hesi versini, at vita at ein er so væl kendur, at Gud veit alt, sum eg geri, og hvat feilar, bæði andaliga og tímiliga.

Ella er tað nú so trygt? Hevði tað verið betri, um Gud einki visti? Um eg kundi gjørt, sum eg vildi?

Tað hevði verið ein ræðuligur ruðuleiki í heiminum, um eingin Gud var. Nei, eg má siga fyri meg, at tað er ein tryggleiki, at Gud hoyrir og sær alt.
Vit snáva nokk øll av og á, men tá er tað gott, at vit eiga ein so undurfullan faðir í himli, sum kann fyrigeva okkum, ein faðir sum kann vísa okkum á, hvussu vit skulu liva lívið saman við honum.

Vit eiga ein Faðir, sum kennir okkum so væl, kennir okkara lyndi. Hann veit, hvussu vit eru upp á allar mátar, og tó so elskar hann okkum so ómetaliga nógv.
Alt, sum vit koma út fyri, veit hann langt áðrenn, og hann veit, hvat skal gerast, fyri at leiða okkum aftur á rætta leið.
Vit lesa í versunum 23 og 24: ”Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glaturnarvegi og leið meg hin æviga vegin!”