Trýrt tú orði Guds?
”Jesus sigur við hann: »Far tú, sonur tín livir!« Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. ”
Jóh.4,50
Tað er ikki nóg mikið, at vit hoyra, lesa ella læra Guds orð, men vit eiga at trúgva tí. Tað má vera ein veruleiki fyri okkum eins og tíðindi úr radio, sjónvarpi og vikubløðum eru veruleiki í samfelagnum. Vit mega rokna við tí Guds orði, vit hoyra, lesa og læra, eins og vit rokna við fyriskipan samfelagsins. Hitt borgarliga orðið og borgarligar lógir verða ofta broytt – ja, sjálvt grundlógir verða broyttar, men Guds orð og fyriskipaðu lógir verða ongantíð broyttar, tí hjá Gudi er ”ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi ” Ják.1,17, ”hann er hin sami, og ár hansara fáa ongan enda.”
Tey gudleysu vita, at Gud hevur vald, men tey vilja ikki trúgva orðum hansara og boyggja seg fyri valdi hansara; tey vilja ikki rokna við Gudi, og tí vera tey fremmand fyri honum – vera uttan fyri hjálp hansara.
Tá ið vit eru komin so langt, at vit vilja trúgva Guds orði, tá gevur Gud okkum trúgv, og vit fáa hana í tann mun, sum vit vilja trúgva. Tá ið vit soleiðis hava móttikið trúnna á Guds orð, staðfestir Gud trúnna í okkum við gerningum sínum. Eitt trúgvandi menniskja fær ikki Guds gerning at síggja.
Kongsmaðurin í Kapernaum kom í neyð síni til Jesus og bað hann gera son sín frískan. Men Jesus svarar: ”… »Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.« Kongsmaðurin sigur við hann: »Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!« ” Jóh.4,48-49 Tá ið Jesus sær, at maðurin veruliga trýr á hann, sigur hann við hann: ”… »Far tú, sonur tín livir!« Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. ” Hesin kongsmaðurin varð ikki svikin, tí í saman tíma fór hitasóttin av dreinginum. Soleiðis verður eingin svikin, sum trýr Guds orði. Hitt størsta undurið til øll trúgvandi goymir Gud til síðst: tey skulu liva, sjálvt um tey doyggja.
Men spurningurin til tín er: biður tú Jesus um hjálp í viðurskiftum tínum? Trýrt tú á orð hansara?
n.