Stúrið ikki

Skrivað: Jütta Reynslág

”Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini?” (Matt 6,25)

Tað er menniskjaligt at vera ótolin og spentur. Vit hugsa so nógv um, hvussu tað man fara at verða á næsta stigi. Tá man hevur børn, er man spentur at síggja tey fara at grulva, ganga, tosa og so framvegis. Tá man spælir okkurt, til dømis telduspæl, er man ótolin at koma víðari til næsta rúm. Í vaksnamannalívinum snýr alt seg um at koma víðari: lánið skal minka, lønin skal vaksa, kiloini skulu fækka, arbeiðsroyndirnar skulu víðkast og so framvegis.

Alt lívið snýr seg um at koma víðari, at mennast! Og tað skal helst ganga skjótt! Vit gloyma at njóta og bara vera til! Sjálvandi mugu vit hugsa um okkara viðurskifti og leggja tey til rættis. Men hví sovorðnan skund? Vit kenna ikki dagin og tíman. Vit eiga løtuna nú!

Er onkur vitjan, tú hevur útsett, fá tað so gjørt. Er nakað, tú átti at fingið sagt onkrum, so finn tær høvið nú. Hevur tú gloymt, hvat er rundan um teg, legg so skermin frá tær og far útum. Er ein bøn, sum ikki er biðin, falda tínar hendur og ger tað nú! Steðga á og verð í hesi løtu!